Tíðindi

Tesla, Tesla, Tesla!

Hevur tú sæð Tesla-bilarnar í Føroyum?

Tesla Import hevur innflutt helmingin av hesum, og hava tí eisini drúgvar royndir. Afturat hesum njóta allir Tesla-kundar hjá Tesla Import, sama garanti sum Tesla veitir í teimum londunum, har Tesla eru virkin. Tað vil siga, at tú kanst líta á, at skuldi okkurt gingi fyri, sum er dekkað av vanliga garantinum hjá Tesla, so syrgja vit fyri at fáa eykalutin hagar sum skjótast, og skifta síðani hendan út fyri teg. Og tað sama er galdandi, skuldi tað verið neyðugt at sent bilin av landinum á verkstað hjá Tesla (um tað er battarí ella motorur tað er galið við), so syrgja vit fyri, at bilurin kemur til Tesla og aftur, í øllum góðum. Hetta er alt á rokning hjá Tesla Import, um talan er um garanti.

Skuldi eitt óhapp hent, hjálpa vit sjálvandi eisini, við at skaffa lutir til verkstað her í Føroyum, so tey kunnu boða tryggingini frá um vantandi kostnað osfr.

Vit hava garanterað tí bestu tænastuna og prísirnar!

Ringi 755050, ella skriva umvegis tesla.fo.

Vinaliga,
Martin Andreas Kruse, stjóri
sp/f Tesla Import & Elakfør
– kundin í hásæti

Nissan Leaf e+ við Tekna-útgerð (62 kWt)

Elakfør hevur heilt nýggjar Nissan Leaf e+, við Tekna-útger, til sølu fyri sera góðan prís! Nú einans 337.000,- v.mvg, ella uml. 271.000,- u.mvg! Elbilar fáa upp til 70.000,- av mvg-upphæddini afturborið í MVG, til og við 2022.

Bilarnir hava nógva útger við Tekna-pakkanum, eins og at teir hava 62 kWt battarípakka, ið WLTP sigur røkkur til 385 km. Hetta svarar til nakað yvir 300 km undir vanligum koyriumstøðum (blandað ferð, A/C tendrað v.m.).

Bið um ein royndartúr!

  • Silvur Metallic ella hvítt lakk
  • 17″ alufelgur
  • Leðursetur við hita framan og aftan
  • 7 Bose® hátalarir inkl. subwoofara
  • Kamera framan, aftan og á síðunum, plaserað undir síðuspeglunum ið gevur 360°
  • e-Pedal
  • Intelligentur (adaptivur) fartpilotur
  • Leðurróður við hita
  • Intelligentar forlyktir
  • Elektronisk hondbremsa

…og mangt annað 🙂

Eisini fáast hesir somu bilarnir í 40kWt útgávuni til sera góðan prís!

Ring á 755050 ella skriva umvegis heimasíðuna. Vit hoyrast!

Her er tað ein Nissan Leaf við perluhvítum lakki

Nissan Leaf e+ Tekna við 62 kWt battarípakka

Elakfør hava nú Nissan Leaf e+ Tekna við nógvari útger, til sølu fyri sera góðan prís! 339.000,- v.mvg, ella 273.200,- u.mvg!

Hetta er Leaf e+ við stóra 62kWt battarípakkanum og Tekna-útgerðspakkanum!

Bilurin hevur millum annað hesa útgerð:

  • Metallic ella perluhvítt lakk
  • 17″ alufelgur
  • Leðursetur
  • Hitaði setur framan og aftan
  • 7 Bose® hátalarir inkl. subwoofara
  • Kamera framan, aftan og á síðunum, plaserað undir síðuspeglunum
  • e-Pedal
  • Intelligentur (adaptivur) fartpilotur
  • Leðurróður við hita
  • Intelligentar forlyktir
  • Elektronisk hondbremsa

Levering er 2-4 vikur frá bílegging. Møguleiki er at síggja og royna hesar bilarnar.

Nissan Leaf e+ Tekna við levering í des. 2020

Elakfør hava nú Nissan Leaf e+ Tekna við nógvari útger, til sølu fyri sera góðan prís! 339.000,- v.mvg, ella 273.200,- u.mvg!

Hetta er Leaf e+ við størra 62kWt battarípakkanum og Tekna-útgerðspakkanum!

Bilurin hevur millum annað hesa útgerð:

  • Metallic lakk
  • 17″ alufelgur
  • Leðursetur
  • 7 Bose® hátalarir inkl. subwoofara
  • Kamera framan, aftan og á síðunum, plaserað undir síðuspeglunum
  • e-Pedal
  • Intelligentur (adaptivur) fartpilotur
  • Leðurróður við hita
  • Hitaði setur framan og aftan
  • Intelligentar forlyktir
  • Elektronisk hondbremsa

Tesla Model 3 Long Range AWD

Kr. 421.500,-* / 491.500,- v.mvg

So er enn ein perluhvítur Tesla Model 3 til sølu, við levering í desember!

Bilurin

Hetta er 2021 útgávan av Model 3, sum í mun til verandi Model 3 á vegunum í Føroyum, hevur power-lift gate (mekanisk baklúka), nýggja hitapumpu, laminerað glas í hurðini hjá bilførara og passager framman (minkar um óljóði frá vindi við høgari ferð), nýtt snið á center-console (har telefon- og kopphaldarir eru), og harafturat koma nýggju Model 3 við einum nakað broyttum sniði uttaná, í og við at allir chrome-listar v.m., er skift út við svart aluminium. Eisini er innbykt tráðleys løðing, við sum standard, til tvær telefonir í telefonhaldarinum, í nýggju Model 3.

Nýggja útsjóndin inni í Model 3

Long Range-útgávan vil siga, at bilurin hevur størra battaríið uppá 82 kWt, eins og hann er All-wheel drive (AWD), við einum motori til framhjólini, og einum øðrum til bakhjólini. Hetta, saman við størra battarínum, ger at bilurin røkkur 580 km uppá eina løðing eftir WLTP. Hetta svarar til eini 400 km í Føroyum, árið runt (nakað meira um summari kann vantast).

Trygd

Allir Tesla Model 3 koma við Autopilot sum standard. Harafturat fylgir alt ið hevur við trygd at gera, við sum standard. Av hesum kann nevnast:

  • Driver Air Bag
  • Passenger Air Bag
  • Front Head Air Bag
  • Rear Head Air Bag
  • Front Side Air Bag
  • 4-Wheel ABS
  • 4-Wheel Disc Brakes
  • Brake Assist
  • Cross-Traffic Alert
  • Electronic Stability Control
  • Daytime Running Lights
  • Child Safety Locks
  • Traction Control
  • Blind Spot Monitor
  • Auto-Leveling Headlights
  • Lane Departure Warning
  • Lane Keeping Assist

Alt hetta er við til at gera, at Model 3 er ein tann tryggasti bilurin til keyps, um ikki tann tryggasti, um ein skal døma eftir NHTSA, IIHS og Euro NCAP:

Garanti

Elakfør.fo og Tesla Import veita garanti á allar Tesla-bilar frá okkum. Tvs. At vit fáa eykalutir til Føroyar, skifta hesar út, og/ella senda bilin av landinum, á verkstað hjá Tesla, skuldi okkurt alvorligt verið áfætt ið krevur hetta. Alt hetta er íroknað við keypi gjøgnum Tesla Import, so leingi tað hoyrir undir vanliga garantiið hjá Tesla. Tesla krevur ikki at bilurin skal á verkstað hjá Tesla regluligt, sum annars er vanligt við bilum frá øðrum bilmerkjum. Bilarnir eru so tøkniligir, at teir boða sjálvur frá, skuldi okkurt kravt ábøtur.

Skriva til import@tesla.fo, ella ring á tlf. 755050 gerandisdagar millum 18 og 22, og alt vikuskiftið. Eisini ber til at skriva umvegis "Samband".

*Kr. 421.500,- er prísurin eftir 70.000,- er afturgoldið frá Taks. MVG-afturberingin gongur út við árslok 2020, men Elakfør / Tesla Import, hava fingið váttað, at uppskot um at leingja hetta eftir 2020, verður lagt fyri Løtingið fyrsta dagin. Vit vóna at uppskotið verður samtykt, so sølan av elbilum kann halda á fram sína positivu gongd í seinastuni.

Dámar tær Tesla? Les so nærri her!

Tesla Model 3 fæst nú fyri ein vegleiðandi prís á 440.000,- við mvg! Hetta hevur við sær ein prís á 370.000,- krónur tá 70.000,- krónur av fullu mvg-upphæddini, er afturborið frá Taks.

Tesla Model 3 SR+ við 19” sportfelgum

Tá fært tú ein Model 3 Standard Range Plus (SR+), hvítlakkeraður “Pearl White” lakk, svørt “leður” setur, møguleika at fáa krók afturat (+ 8.000,- kr), stórt viðførisrúm, og ein bil í heimsklassa tá tað kemur til koyrieginleikar og trygd.

Tesla Model 3 hevur fingið hægstu karakterir í flest øllum, um ikki øllum, óhapp-testum (EURO NCAP, NHTSA (USA), IIHS (USA). Dømir frá samanstoytsroyndum, kunnu síggjast niðanfyri:

Afturat at vera ógvuliga tryggur í møguligum samanbrestum, hevur bilurin eisini aktivar skipanir, ið hjálpa tær at víkja frá nær-við óhappum, rætta bilin inn aftur á vegin, skuldi førarin av onkrari orsøk sovna, ella ikki hugt nóg væl eftir umstøðunum, so bilurin verður verandi á vegnum, eins og bilurin eisini tildømis kann síggja um bilurin frammanfyri ein bil ið koyri framanfyri teg, bremsar brádliga, og aktivt ávara og bremsa í góðari tíð, áðrenn tú nær at reagera uppá hvat hendir. Eisini kann bilurin/skipanin tildømis á motorvegum víkja frá einum bili ið kemur á tína akbreyt, har tú kanska er í teirra blindvinkli. Dømir um hetta kunnu síggjast niðanfyri:

Í stuttum fært tú ein bil í høgum kvaliteti hvat viðvíkur koyrikomfort og trygd, og so er prísurin faktiskt ógvuliga kappingarførur, tá Model 3 er bygdur til at kappast við eitt nú BMW 3-seriuna og Audi A4.

Tesla Import veitur sama garanti sum Tesla, ið er 4 ár á bilin, og 8 ár á motor og battarí. Gerst okkurt áfætt við einum luti, fáa vit eykalutin skjótt til landi, og bilurin fær lutin skiftan her, uppá okkara rokning. Er tað so at trupulleikar gerast av motori ella battaríi (ógvuliga sjáldsamt), noyðist bilurin tó av landinum, á verkstað hjá Tesla, men hetta er galdandi, fyri so at siga, allar elbilar í Føroyum í dag.

Ringi á tlf 755050, ella skriva til okkum undir “Samband” ovast á síðuni, skuldi tit havt onkran spurning.

Tesla Import er opið frá kl. 18.00 til 21.00 gerandisdagar, eins og tað ber til at ringja í vikuskiftunum.

Nissan Leaf Tekna

Droymir tú um ein bil ið ikki kødnar, flýgur avstað tá tú vil, og og hevur alla útgerðina tú kann ímynda tær? So hava vit júst bilin til tín, og enntá til ógvuliga sømuligar prísir; Nissan Leaf Tekna við 40kWt battarí, leðursetur, ProPilot og allar útgerð. Hvat er so prísurin á øllum hesum spyrt tú?

Kr. 305.000,- v.mvg

...tað er 245.000,- u.mvg!

Eftir sum at elbilar eru frítiknir alt meirvirðisgjaldið (mvg) upp til kr. 350.000,- við mvg, vil tað siga, at tú kann fáa upp til kr. 70.000,- aftur í mvg frá Taks, alt eftir hvat bilurin kostar. Kostar bilurin tildømis kr. 500.000,- við mvg, har av meirvirðisgjaldið er kr. 100.000,- av hesum, fært tú tó bert mest loyvdu upphæddina á kr. 70.000,- afturgldið frá Taks.

Nissan Leaf Tekna reyður (40kWt battarí við allar eykaútger)

Skriva til Tesla Import her frá heimasíðuni, ella vitja Facebook síðuna, og skriva tann vegin.

Tað er eisini møguligt at ringja til Tesla Import á tlf. 755050

Nýgjur prísur á Renault Zoe

So er nýggjur prísur komin á Renault Zoe Intense 40 kWt

Tann lítli, kviki elbilurin! Fæst í fleiri litum!

Einans 221,250,- v.mvg ella 178,000 u.mvg, ið verður afturgoldið frá Taks.

Ringi á tlf. 755050 og hoyr nærri, ella skriva her, ella til import@tesla.fo

So er kostnaðurin fyri Model 3 klárur!

Nú er byrjunarkostnaðurin fyri ein Tesla Model 3 almannakunngjørdur, her á tesla.fo og á Facebook síðuni hjá Tesla Import – ”Tesla Import Føroyar”. Her síggjast prísirnir fyri ávikavíst Model 3 SR+, Long Range AWD og Performance!

Av tí at elbilar í Føroyum, eru frítiknir fyri alt meirvirðisgjald, upp í 350.000,- við mvg., gerast elbilar ógvuliga kappingarførir við tilsvarandi diesel- og bensinbilar. Men tá bilurin kostar omanfyri 350.000,- við mvg., fær man eisini afturgoldið meirvirðisgjaldið, men tó “einans” 70.000,-, av tí at hetta er upphæddin á meirvirðisgjaldinum við 350.000,-.
Hetta merkir, at kostar elbilurin eitt nú 400.000,- við mvg., so er fulla upphæddin á meirvirðisgjaldinum 80.000,-, og tí kemur tú at gjalda 80.000 – 70.000 = 10.000,- í meirvirðisgjaldi.


Model 3 SR+ í Føroyum

Tað er tó so, at fulla upphæddin skal upplýsast og gjaldast, og so skal tú persónliga boða Taks frá, at tú hevur keypt ein eilbil, viðfesta faktura og váttan uppá at hann er skrásettur, og so umbiða at Taks afturrindar tær røttu upphædd, sambært lóg um MVG-frítøku av elbilum.

Hvat kostar ein Tesla Model 3?

Model 3 SR+ (Standard Range Plus) – Bakjólstrektur og røkkur 409km (WLTP) uppá eina løðing, og 0-100km/t uppá 5,6 sekund:
Prísur úr 465.000,- v.MVG / 395.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini. 

Model 3 Long Range AWD (All Wheel Drive) – Bilurin hevur tveir motorar; ein framan og ein aftan, og drívur hjólini framan og aftan óheft av hvør øðrum – Long Range AWD røkkur 530km (WLTP) uppá eina løðing, og 0-100km/t uppá 4,6 sekund:
Prísur úr uml. 537.000,- v.MVG / 467.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini.

Model 3 Performance – Bilurin klárar 0-100km/t uppá undir 3,4 sekund, hevur AWD eins og Long Range omanfyri, og eisini ”Track Mode”, ið er væl egnað, um tú vilt sleppa bilinum leysan á einum kappkoyringarbreyt ella líknandi:
Prísur úr 577.000,- v.MVG / 507.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini.

Her er so møguligt at leggja eykaútgerð afturat, ið sjálvandi ávirkar endaliga kostnaðin. Eitt nú kunnu Model 3 SR+ og Long Range leverast við avkrøkiligum króki.

Kveikt tín áhuga?

Um tú ert áhugað(ur) í at hoyra prísin á onkrari ávísari samanseting av einum Model 3 (ella S og X), ring endiliga á tlf. nr. 755050 ella brúka kontaktfomularin her á síðuni 🙂

Meðan tú ert á Facebook-síðuni, ert tú eisini vælkomin at dáma síðuna 🙂

Síggj eitt stutt føroyskt ummæli av Model 3 niðanfyri: