Um Tesla Import

Um Tesla Import

Tín dreymabilur, skjótt og ómakaleyst

Kvirt, skjótt og einfælt

Tesla Import er stovnað á heysti 2019. Stjóri og ánari er Martin Andreas Kruse. Endamálið við fyritøkuni, er at bjóða føroyingum elbilar til sømuligar(i) prísir.
Av tí at Tesla ikki brúkar umboðsmannagongdina, har bilframleiðarin ger eina avtalu við ein lokalan bilseljara, er tað bert møguligt at keypa Tesla, har Tesla sjálvi hava opnað fyri sølu, umvegis teirra heimasíðu, tesla.com. Tesla Import fær tó innflutt júst tín elbil, og bilurin kemur eisini til landið uttan at vera skrásettur framanundan, og verður tí eisini skrásettur sum nýggjur bilur á Akstovuni.
Tesla Import bjóðar sama garanti á 4 ár fyri bilin og lutir sum heild, og 8 ár á battarí og motorar, eins og Tesla hevur. Er tað onkur smærri lutur ið gongur fyri, fáa vit eykalutin skjótt og ómaksleyst til Føroyar, og bilurin kemur á verkstað her, og deilurin verður skiftur út. 

Hendir okkurt við battarí ella motor(um), noyðist bilurin tó av landinum, og á verkstað hjá Tesla í Evropa. Vit fáa ikki veitt lánibil, meðan bilurin er burturstaddur.

Stutt um el/ravmagnsbilar:

Ravmagnsbilar, sum í mannamunni eita elbilar, eru nú komnir á eitt nýtt vegamót. Prísur, góðska og úrval gerst bara betur og betur.

Ein av fremstu framleiðarunum av elbilum, Tesla, hava havt øgiligan vøkstur, og framleiða nú uml. 500.000 bilar um árið. Hetta er ikki nógv í mun til nógvu og stóru verksmiðjurnar hjá etableraðu bilframleiðarunum, men tað er nógv í elbil framleiðsluhøpi.

Ein tann størsti trupulleikin við hesum, sæð frá sjónarmiðinum hjá einum Føroyingi, er at Føroyar ivaleyst ikki liggja ovaliga í tankunum hjá Tesla, av tí at marknaðurin er so lítil. Tað skal nokk koma, eins og Tesla opnaði fyri sølu í Íslandi 9. september 2019, og fingu sítt egna Tesla sølu- og verkstað.

Olja 51%
Vindur 14%
Vatn 35%
+ 0 %
Gagnnýtsla
~ 0 %
Minni nýtsla