Dámar tær Tesla? Les so nærri her!

Tesla Model 3 fæst nú fyri ein vegleiðandi prís á 420.000,- við mvg! Hetta hevur við sær ein prís á 350.000,- kr, tá 70.000,- kr. av fullu mvg-upphæddini, eru afturgoldnar frá Taks.
Hetta er nærum 30.000,- minni enn seinasti lýsti prísur!

Tesla Model 3 SR+ við 19” sportfelgum

Tá fært tú ein Model 3 Standard Range Plus (SR+), hvítlakkeraður “Pearl White” lakk, svørt “leður” setur, møguleika at fáa krók afturat (+ 9.000,- kr), stórt viðførisrúm, og ein bil í heimsklassa tá tað kemur til koyrieginleikar og trygd.

Tesla Model 3 hevur fingið hægstu karakterir í flest øllum, um ikki øllum, óhapp-testum (EURO NCAP, NHTSA (USA), IIHS (USA). Dømir frá samanstoytsroyndum, kunnu síggjast niðanfyri:

Afturat at vera ógvuliga tryggur í møguligum samanbrestum, hevur bilurin eisini aktivar skipanir, ið hjálpa tær at víkja frá nær-við óhappum, rætta bilin inn aftur á vegin, skuldi førarin av onkrari orsøk sovna ella ikki hugt nógv væl eftir umstøðunum, so bilurin verður verandi á vegnum, eins og bilurin eisini tildømis kann síggja um bilurin frammanfyri ein bil ið koyri framanfyri teg, bremsar brádliga, og aktivt ávara og bremsa í góðari tíð, áðrenn tú nær at reagera uppá hvat hendir. Eisini kann bilurin/skipanin tildømis á motorvegum víkja frá einum bili ið kemur á tína akbreyt, har tú kanska er í teirra blindvinkli. Dømir um hetta kunnu síggjast niðanfyri:

Í stuttum fært tú ein bil í høgum kvaliteti hvat viðvíkur koyrikomfort og trygd, og so er prísurin faktiskt ógvuliga kappingarførur, tá Model 3 er bygdur til at kappast við eitt nú BMW 3-seriuna og Audi A4.

Tesla Import veitur sama garanti sum Tesla, ið er 4 ár á bilin, og 8 ár á motor og battarí. Gerst okkurt áfætt við einum luti, fáa vit eykalutin skjótt til landi, og bilurin fær lutin skiftan her, uppá okkara rokning. Er tað so at trupulleikar gerast av motori ella battaríi (ógvuliga sjáldsamt), noyðist bilurin tó av landinum, á verkstað hjá Tesla, men hetta er galdandi, fyri so at siga, allar elbilar í Føroyum í dag.

Ringi á tlf 755050, ella skriva til okkum undir “Samband” ovast á síðuni, skuldi tit havt onkran spurning.

Tesla Import er opið frá kl. 18.00 til 21.00 gerandisdagar, eins og tað ber til at ringja í vikuskiftunum.