Nú er byrjunarkostnaðurin fyri ein Tesla Model 3 almannakunngjørdur, her á tesla.fo og á Facebook síðuni hjá Tesla Import – ”Tesla Import Føroyar”. Her síggjast prísirnir fyri ávikavíst Model 3 SR+, Long Range AWD og Performance!

Av tí at elbilar í Føroyum, eru frítiknir fyri alt meirvirðisgjald, upp í 350.000,- við mvg., gerast elbilar ógvuliga kappingarførir við tilsvarandi diesel- og bensinbilar. Men tá bilurin kostar omanfyri 350.000,- við mvg., fær man eisini afturgoldið meirvirðisgjaldið, men tó “einans” 70.000,-, av tí at hetta er upphæddin á meirvirðisgjaldinum við 350.000,-.
Hetta merkir, at kostar elbilurin eitt nú 400.000,- við mvg., so er fulla upphæddin á meirvirðisgjaldinum 80.000,-, og tí kemur tú at gjalda 80.000 – 70.000 = 10.000,- í meirvirðisgjaldi.


Model 3 SR+ í Føroyum

Tað er tó so, at fulla upphæddin skal upplýsast og gjaldast, og so skal tú persónliga boða Taks frá, at tú hevur keypt ein eilbil, viðfesta faktura og váttan uppá at hann er skrásettur, og so umbiða at Taks afturrindar tær røttu upphædd, sambært lóg um MVG-frítøku av elbilum.

Hvat kostar ein Tesla Model 3?

Model 3 SR+ (Standard Range Plus) – Bakjólstrektur og røkkur 409km (WLTP) uppá eina løðing, og 0-100km/t uppá 5,6 sekund:
Prísur úr 465.000,- v.MVG / 395.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini. 

Model 3 Long Range AWD (All Wheel Drive) – Bilurin hevur tveir motorar; ein framan og ein aftan, og drívur hjólini framan og aftan óheft av hvør øðrum – Long Range AWD røkkur 530km (WLTP) uppá eina løðing, og 0-100km/t uppá 4,6 sekund:
Prísur úr uml. 537.000,- v.MVG / 467.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini.

Model 3 Performance – Bilurin klárar 0-100km/t uppá undir 3,4 sekund, hevur AWD eins og Long Range omanfyri, og eisini ”Track Mode”, ið er væl egnað, um tú vilt sleppa bilinum leysan á einum kappkoyringarbreyt ella líknandi:
Prísur úr 577.000,- v.MVG / 507.000,- eftir Taks hevur afturrindað 70.000,- av MVG-upphæddini.

Her er so møguligt at leggja eykaútgerð afturat, ið sjálvandi ávirkar endaliga kostnaðin. Eitt nú kunnu Model 3 SR+ og Long Range leverast við avkrøkiligum króki.

Kveikt tín áhuga?

Um tú ert áhugað(ur) í at hoyra prísin á onkrari ávísari samanseting av einum Model 3 (ella S og X), ring endiliga á tlf. nr. 755050 ella brúka kontaktfomularin her á síðuni 🙂

Meðan tú ert á Facebook-síðuni, ert tú eisini vælkomin at dáma síðuna 🙂

Síggj eitt stutt føroyskt ummæli av Model 3 niðanfyri: